Um okkum

Síðan 1987 hevur Búsetur verið ein týðandi aktørur í føroysku byggivinnuni. Vit byggja við nærlagni, dygd og ábyrgd – allan vegin frá fyrstu tekning til avhendaðu verkætlan. Okkara styrki er vælskipað arbeiðslag, góð ráðgeving og eitt toymi, sum veit, hvat krevst.

Vit hava bygt alt frá sethúsum til skúlar, barnagarðar, ellisheim, peningastovnar, fjós og súrhoysbrunnar. Tað, sum hevur týdning, er at vit fara undir hvørja einastu uppgávu við nærlagni, ábyrgd og dygd.

Starvsfólk arbeiða við viðarelementum í framleiðsluhøllini hjá Búsetur

Framleiðsluhøllin á Hjalla

Framleiðsluhøllin á Hjalla er staðið har elementir til byggingina verða gjørd. Framleiðsla á sama stað elvir til minni spill og betrar um møguleikarnar at endurnýta avskurðir.

AI-framleidd mynd av einari skrivstovu við føroyskum útsýni

Skrivstovan

Her hava vit møguleika at royna nýggjar, burðardyggar byggihættir, sum kunnu vera til íblástur fyri onnur.

Byggipláss innandura við timburverki, amboðum og byggitilfari

Byggiplássini

Byggiplássini eru staðsett ymsa staðni kring Føroyar í ymiskum tíðarskeiðum og við skiftandi nøgd av starvsfólki.

Okkara virðir

Dygdargóð útbúgving

Fyri at tryggja, at næsta ættarlið fær møguleikan at mennast innan byggivinnuna, bjóða vit lærlingapláss til húsasmiðir og næmingum starvsvenjing.

Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

Innihald verður lagt afturat.

Lív á landi

Innihald verður lagt afturat.

Forsíða á ESG-frágreiðing hjá Búsetur

Okkara ESG-frágreiðing

Vit vilja ganga á odda fyri eini meira burðardyggari byggivinnu í Føroyum. Í hesum sambandi eru vit farin undir at gera eina ESG-frágreiðing.